Vinnarar á Skúlaleikum
20. mars 2026
Í døgunum 17. til og við 19. mars varð skipað fyri Skúlaleikum fyri miðdeild. Hesar dagarnar vóru heilir árgangir av næmingum savnaðir til ítrótt, rørslugleði og felagsskap.
Næmingatalið tilsamans lá millum 652 og 682 næmingar hvønn dagin, og var tiltakið so sera væl eydnað.
Ítróttargreinarnar fyri 4. flokkarnar vóru: flogbóltur, borðtennis, hondbóltur og frælsur ítróttur. Fyri 5. flokkarnar vóru: rógving, tennis, badminton og fimleikur. Og fyri 6. flokkarnar: fótbóltur, bogaskjóting, rørslumegi og kurvabóltur.
Tá ið hósdagurin var liðugur, víst tað seg, at ein av 6. flokkunum á Skúlatrøð hevði vunnið bæði fótbóltskappingina og virðislønina fyri gott samanhald.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við flottu virðislønini.