Lívligur pallborðsfundur á Skúlatrøð

23. mars 2026

Í sambandi við løgtings- og fólkatingsvalið, sum eru fyri framman, skipaði næmingaráðið í hádeild á Skúlatrøð fyri politiskum pallborðsfundi í dag. Við til fundin vóru valumboð frá fimm av teimum sjey politisku flokkunum.

Endamálið við fundinum var at kveikja politiska áhugan hjá næmingunum í hádeild, eins væl og politisku umboðini kundu greiða frá tí, sum tey ynskja at arbeiða við, um tey verða vald.

Í næmingaráðnum er áhugin stórur fyri valunum. Hóast næmingarnir enn ikki sjálvir hava atkvøðurætt, so hevur tað stóran týdning fyri tey at verða politisk tilvitað og at kenna, at rødd teirra eisini hevur týdning.

Næmingaráðið hevði fyrireikað eina rúgvu av spurningunum, sum politisku umboðini kundu svara. Hesir spurningar fevndu um alt frá ríkisrættarligu støðuni í Føroyum, um valaldur, skýggjanýtslu, bíligari bústaðir og um, hvussu politisku umboðini kundu tryggja fólkaskúlanum betri kor í framtíðini.

Eisini bar til hjá øðrum næmingum at seta spurningar, og var undirtøkan fyri hesum sera góð.

Fundurin vardi í ein góðan tíma og eydnaðist hann framúr væl.

***

Áðrenn pallborðsfundin skipaði næmingaráðið fyri eini veljarakanning, har spurt var, hvønn næmingarnir høvdu valt, um teir skuldu valt beint tá. Sama kanning var eisini gjørd aftaná fundin. Úrstlitið av kanningini var hetta:

Úrslit áðrenn fundin (158 atkvøður tilsamans)

Fólkaflokkurin: 50%
Sambandsflokkurin: 17%
Javnaðarflokkurin: 13%
Sjálvstýri: 1%
Tjóðveldi: 2%
Framsókn: 1%
Miðflokkurin: 16%

Aftaná fundin (192 atkvøður)

Fólkaflokkurin: 42%
Sambandsflokkurin: 17%
Javnaðarflokkurin: 12%
Sjálvstýri: 5%
Tjóðveldi: 18%
Framsókn: 0%
Miðflokkurin: 7%