Harry Potter greiði vinnarin á valinum
Harry Potter vann valið á bókasavninum
Nú ímeðan tvey val til vaksin hava verið í vikuni, hava vit eisini havt eitt val fyri tey yngru á Skúlatrøð.
Týsdagin, mikudagin og hósdagin hava næmingar frá 1. til 5.fl. verið á vali og valt ta bestu bókina/røðina ella tann høvuðspersónin, sum umboðar virðir, sum næmingurin eisini stendur fyri.
Valluttøkan var rættiliga stór. Av 404, sum høvdu valrætt, vóru 367 á vali, so valluttøkan var 90,84 prosent.
Eins og til løgtingsvalið, so kann tað vera trupult at finna ein persónin ella eina bók, sum umboðar síni virði, tí tað kunnu vera fleiri, sum mann kundi hugsað sær at valt. Men tað er einans ein atkvøða í part.
Á listanum til valið, sum bókasavnið skipaði fyri vóru tíggju valevni, sum næmingarnir kenna til frá bókum.
Persónarnir í bókunum eru ymiskir, teir hava ymisk mál og ymisk virðir, men soleiðis eru teir ymiskir eins og valevnini til løgtingsvalið.
Tað var stórur spenningur í luftini, tá atkvøðurnar blivu taldar, tí tað vóru tveir atkvøðuslúkar, sum lógu øgiliga tættir, men við hvør sínum virðum, kunnu vit siga.
Spenningurin lá millum Harry Potter og Herviliga Henry, men tá komið var á mál, hevði Harry Potter munin og vann valið við 96 atkvøðum og 20 fleiri enn Herviligi Henry, sum fekk 76 atkvøður.
Virðini hjá valevnunum standa á plakatunum, sum fylgja við greinini.
Úrslitið frá valinum á Skúlatrøð
Harry Potter 96 atkvøður
Herviligi Henry 76 atkvøður
Lisa (Handbókin) 43 atkvøður
Hundamaður 38 atkvøður
Pippi 35 atkvøður
Emil í Lønnebergi 25 atkvøður
Træhúsið... 20 atkvøður
Ofelia (Krypto) 15 atkvøður
Elvin Griff 8 atkvøður
Mira 8 atkvøður
3 atkvøður vóru blankar.
Harry Potter vann valið og verður nógv lisin. Tað er líkasum ein bylgja av Harry Potter -lesarum fyri tíðina, so hetta hevur nokk eisini ávirkað valúrslitið.
Harry Potter vil hava rættvísi fyri øll, at øll skulu hoyrast, og at eingin skal sita einsamallur.
Virðini hjá Harry Potter eru góð fyri okkum øll, og her á Skúlatrøð vilja vit arbeiða fyri, at Harry Potter og hansara virði vera sjónlig.
Vit takka fyri góða undirtøku og fyri góða valluttøku.