Ferðin runt mánan endar í nátt
10. apríl 2026
Artemis II
Í nátt kl. 01 føroyska tíð lendir manningin á Artemis II í Stillahavinum.
Hetta er ein stórhending og sera spennandi er at fylgja við.
Eyðbjørn Jacobsen hevur stóran áhuga í rúmdini og hvussu gongustjørnirnar ferðast og hvat hendir í rúmdini, og í morgun hevði hann eitt upplegg til morgunsangin, har hann greiddi eitt sindur frá, hvat hendir í rúmdini í løtuni.
Eisini vísti hann egnar myndir av gongustjørnum og vísti eisini sítt myndatól, sum er júst tað sama sum tað, sum tey brúka umborð á Artemis. Umborð á Artemis eru 4 fólk, ein kvinna og tríggir menn.
Meir er at lesa og síggja live á nasa her: