Landsroyndin 2026 skotin í gongd
14. apríl 2026
Landsroyndin 2026 er hesa vikuna
Í hesi vikuni eru 4. og 6. flokkur til landsroynd.
Hjá 4. flokki opnar royndin kl. 08.15 og letur aftur kl. 09.00.
Hjá 6. flokki opnar royndin kl. 10.00. Tíðarkarmurin hjá 6. flokki er ein annar, tí tey hava longri tíð og fleiri royndir.
Vanlig undirvísing er áðrenn og eftir royndina allar dagar.