Starvsvenjingin er góð og lærurík
Seinastu tvær vikurnar hava næmingarnir á Valskúlanum verið í starvsvenjing. Vanliga dámar næmingunum væl at royna seg ymsastaðni á arbeiðsmarknaðinum og einki undantak er fyri Ebbu, Lianu, Kristinu Margethu og Sunnivu.
Í morgun var Ebba komin á Skúlatrøð at gera eitt innslag fyri Kringvarp Føroya, har hon er í starvsvenjing. Hon stendur við lúkuna inn í køkin og prátar við Lianu, sum er í starvsvenjing í køkinum á Skúlatrøð. Hesa vikuna hevur verið við til at gera matarlepan til matarskipanini.
- Ja, í dag fáa vit pestosnurlar og banan.
Í vogninum uttan fyri køkin liggja væl angandi pestusnurlar og bananir í ymiskum íløtum. Hetta sær út til at gagnast væl hjá næmingunum.
- Her er læruríkt at vera, og mær hevur dámt væl, sigur Liana.
Meðan tær standa og práta forteldur Ebba víðari Lianu um, tað hon hevur gjørt.
- Eg havi gjørt alt møguligt, og tað er ordiliga fjølbroytt at vera í Kringvarpinum. Har eru fleiri ymiskar uppgávur, og í dag havi eg tosað við næmingarnir um nýggju lógina um sosialar miðlar og aldursmark.
Meðan Ebba og Liana halda fram at práta saman, sita Kristina Margretha og Sunniva niðri í innskúlingini á Skúlatrøð saman við næmingum í 1. flokki. Flokkurin arbeiðir hesa løtuna í ymsikum bólkum.
Eins og Ebba og Liana lata Kristina Margretha og Sunniva væl at báðum farnu vikunum í starvsvenjing, sum hava verið bæði góðar og læruríkar.
- Vit hava verið við til at leggja undirvísingina til rættis, og tað hevur verið ordiliga stuttligt at vera saman við næmingunum.
Meðan tær práta, sita næmingarnir við borðið og líma pappírskúlur á ælabogar. Tær tosað við næmingarnar, sum sjóliga eru komnir at kenna tær væl.
Vit takka Ebbu, Lianu, Kristinu Margethu og Sunnivu fyri prátið og ynskja teimum góða starvsvenjing, tað sum er eftir.