Liðið frá Skúlatrøð vann silvur

27. apríl 2026

Skúlatrøð vann silvur í FM í skúlatelving

 

Í farnu viku, 22. og 23. apríl, var FM í skúlatelving í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Kappingin var býtt í tveir patar. 22. apríl varð kappast millum næmingar í 5. – 8. flokki og 23. Varð kappast millum næmingar í 3. – 4. flokki.

 

Í kappingini fyri tey yngru, sum var 23. apríl vóru í alt 36 lið tilmeldað, og har ímillum var eitt lið av Skúlatrøð. Hetta liðið var mannað av næmingum í 2. - 4. flokki og hetta liðið kláraði seg avbera væl.

 

Liðið kom í finaluna og vann silvur, so vit kunnu sagtans vera stolt av okkara vinnaraliði.

 

Vit ynskja liðnum hjartaliga til lukku við silvurinum.