Grindahvalur á Skúlatrøð

6. mai 2026

Í morgun var ein grindahvalur skotin upp í skúlagarðinum á Skúlatrøð. Skúlin fekk serstaka vitan av Ólavi Sjúrðarberg, sum nærum er altvitandi, tá ið tað kemur til grund, grindadráp, partar og alt tað, sum er at vita. Elmar Krosstein og Eyðstein Ó. Poulsen vóru eisini góður fróðarmenn og skipaðu fyri.

Meðna greitt varð frá, fingu næmingarnir í bólkum møguleika at eygaleiða og spyrja.

Á heimasíðuni hjá Havstovuni stendur at lesa, at grindahvalur er miðalstórur tannhvalur í springaraætt. Hann ferðast víða um í Norðuratlantshavinum, í størri og smærri bólkum, har leitað verður eftir føði. Føðin er í stóran mun høgguslokkur, tó er nakað av fiski eisini partur av føðigrundarlagnum.

Grindahvalur hevur framstandandi kúlu og lang, mjá bøksl. Hann er myrkur á at líta, við myrkabrúnari/svartari hvølju. Eftir búkinum er ljósagráur litur í akkerlíknandi skapi. Afturat hesum kann hvalurin hava ljósa strípu, frá eyganum aftur í blástrið og/ella ein ljósan blett aftan fyri hornið.

Við orðunum hjá Havstovuni takka lærarar og næmingar fyri eina góða og áhugaverda løtu í skúlagarðinum í dag. Góða grindin verður nú skjótt nýtt og notin á Skúlatrøð, og ein partur verður í august til góðar grindabúffar á Summarfestivalinum.