Tvøst, spik og eplir !
8. mai 2026
Mikudagin bleiv ein grindahvalur skorin upp í skúlagarðinum. Tað var spennandi og eisini hjá matarskipanini.
Vit fingið okkum sjálvandi eitt stórt kók, soleiðis at vit kundu bjóða smábitar av feskum tvøsti og spiki til allar næmingar, ið freistaðist - og hetta varð væl móttikið.
Hetta er nemliga tað ein matarskipan kann, at kveikja áhugan og forvitnið hjá næmingunum, fyri at seta sjóneykuna á okkara siðbundnu føroysku matmentan.
Sum tit síggja, so vóru næmingarnir forvitnir og fingu sær.