Á seturskúla í Nólsoy

9. mai 2026

Mikudagin og hósdagin í seinastu viku var 4.a á seturskúla í Nólsoy.

Mikudagin var kølið, men av besta veðri, so børnini hugnaðu sær úti við at svimja, hoppa trampolin, sparka bólt og fanga krabbar. Eisini vóru vit á Ovasavninum og fingu sera áhugaverda frásøgn um Ova.

Um kvøldið var postarenning og annars túrar i bygdini. Nólsoy er ein hugnalig oyggj og bygd at vitja.

Hósdagin var illveður, men eisini tann dagin brúktu vit so væl vit kundu, mest innandura.

Tað er gott og mennandi at vera á seturskúla.