Praktisk læring um brot
Læring í praksis
Tað er stuttligt at læra í praksis og arbeiða við ítøkiligum lutum, tí tá síggja vit, hvat arbeitt verður við, og hvat vit kunnu brúka vitanina til.
2.a hevur lært um brot og fyri at skilja brot betur, so hava næmingarnir eisini arbeitt praktiskt.
Í 2.a skuldu næmingarnir læra at siga mongir sum brotpartar, og at eitt brot er ein partur av einari heild.
Fyri at koma hesum nærri, so hava næmingarnir skorið fruktir sundur og bakað pylsuhorn. Bananir blivu skornar í triðingar 3/3 og hareftir í 6/6. Appelsinir blivu skornar í helvt 2/2, síðani í kvart 4/4 og eisini í áttandapartar 8/8.
Eisini fingu næmingarnir eina pylsu í part, sum skuldi skerast í helvt, og hvør helvt skuldi ballast í ein áttandapart av útrúllaðum deiggi.
Við góðari hjálp blivu pylsuhornini bakað og fryst, og longu vikuna eftir, tá veðrið var gott, og eplini vóru komin í moldina, vórðu pylsuhornini etin.
Ein góður og stuttligur og læruríkur arbeiðsháttur, sum tey í 2.a hava brúkt.