Praktisk læring um at flúgva
Á veingjum
Sum vit eisini søgdu í undanfarnu greini um brot hjá 2.a, so hava tey arbeitt nógv praktiskt. Hesaferð snýr tað seg um ymiskt, sum flytir seg.
Í heimstaðarlæru verður arbeitt við "á hjólum" og nógvum ymiskum, sum kann koyra og rulla. Í hesum sambandi hava tey eisini arbeitt við “á veingjum” og ymiskum, sum flýgur og sveimar í luftini.
Her sluppu næmingarnir at gera bæði eina tyrlu og eitt flogfar úr pappíri, og soleiðis kundu teir kanna, hvussu langt pappírsflogførini kundu flúgva.
Bæði tyrlurnar og pappírsflogførini riggaðu sera væl. Á myndunum og filminum síggja tit, hvussu væl hetta gekk.
Her ( Papirflyver guide trin for trin | Gratis download af guides ) er oppskrift til 4 ymisk pappírsflogfør, og eitt skjal har tað ber til at kanna, máta og skriva niður, hvat flogfar flýgur longst.
Aftur ein praktiskur og góður læru- og arbeiðsháttur í 2.a.