Síðsti undirvísingardagur hjá 10. fl

13. mai 2026

Í dag var seinasti undirvísingardagur hjá 10. fl. og sum vant høvdu tey skipað dagin. Tað fyrsta var, at næmingar úr 10. fl komu inn í skúlastovurnar at undirvísa, síðani var undirhald í skúlagarðinum, og til seinast var fótbóltsdysturin millum 10. floks næmingar og lærarar.