Minningarløta á Skúlatrøð mánadagin 18.mai kl.14.00
Vit minnast Taidu Thomsen á felags minningarløtu kl. 14.00 mánadagin 18.mai.
Minningarløtan er fyri næmingar, foreldur og starvsfólk og verður í Miðhøllini.
Fyrrverandi næmingar, starvsfólk og onnur eru somuleiðis hjartaliga vælkomin til minningarløtuna.
Morgunsangur mánadagin 18. mai
4 - 8. flokkur møtast til morgunsang í miðhøllini kl. 8.00.
Øssur Kjølbro, prestur verður við til morgunsangsløtuna, har vit umframt vanligu skránna, eisini taka okkum stundir til at minnast Taidu Thomsen, sum andaðist mikudagin 13.mai.
1 - 3. flokkur møtir til morgunsang kl. 9.15.
Øssur Kjølbro verður eisini við til morgunsangsløtuna í grunddeild.
Ymiskt er hvussu minningarløtan merkir næmingarnar. Í tímanum eftir morgunsangin seta starvsfólk tíð av til at svara spurningum frá næmingum og til at tosa um sorg og tað at missa ein kæran.