DECARB FAROE á Skúlatrøð
Kann CO2, sum er carbon dioxide, gerast um til stein? Tað ljóðar ótrúligt, men tað er júst tað, granskarar í verkætlanini DECARB FAROE eru forvitnir eftir at vita.
Í dag fekk Skúlatrøð forvitnisliga vitjan frá Jarðfeingi í samband við, at tað í hesum døgum verður varpað ljós á vísindaliga gransking við spurninginum, um føroyska basaltið kann goyma CO2, og harvið gera nakrar CO2 keldur CO2 neutralar.
Tað eru granskarar úr fleiri londum, sum eru á altjóða verkstovu í Føroyum. Teir gera ítøkiligar royndir við goyma CO2 í føroyskum basaltgróti. Endamálið er at vita, um tað ber til at gera CO2 goymslur, sum gera okkum og heimin CO2 neutralan og harvið burðardyggari.
Um verkætlanin vísir seg at gera mun, so er ætlanin at gera CO2 goymslur í líknandi basaltgróti aðrastaðni kring heimin.
Talan er um royndir við at pumpa vatn inn í basaltgrót. Tað vil siga, at fyrst verður CO2 blandað saman við vatni. Hetta ger, at hetta vatnið gerst tyngri enn tað vatnið, sum longu er í undirgrundini. Tá hetta vatnið so er pumpað inn, reagerar CO2 vatnið við basaltið og ger smáar tinnur. Soleiðis fært tú eftir heilt fáum árum gjørt CO2 um til ein fastan stein.
Alt hetta skal so vónandi vera við til at minka um samlaða CO2 útlatið, tí tað er dálkandi og ávirkar náttúruna og grundleggjandi lívskor hjá fólki og djóri um allan heim.
Løtan hugtók næmingarnar, sum eftir framløguna høvdu nógvar og skilagóðar spurningar. Vit takka fyri sera áhugaverda framløgu frá John Millett frá Volcanic Basin Energy Research, sum saman við Barbaru Biskopstøð frá Jarðfeingi, vitjaði skúlan.
Les meira um verkætlanina her: Roynd við CO2-goymslu á Førka