Nordplus samstarv - hesaferð á Skúlatrøð

26. mai 2026

Samstarv gjøgnum Nordplus - eisini á Skúlatrøð

 

Norðpluss er ein norðurlendsk útbúgvingarskrá hjá norðurlendska ráðharraráðnum, har til ber at søkja um stuðul til samstarv og útveksling innan útbúgving.


Peningastuðul verður givin til skúlar, lærarar og næmingar alt eftir, hvør verkætlanin er. Stuðulin verður latin fyri at stuðla samstarvi innan útbúgving millum londini í Norðurlondum.
 
Skúlatrøð er í Nordplussamstarvi við Brundalen skole í Trondheimi og Rungsted skole nakað uttanfyri Keypmannahavn. Verkætlanin seinasta árið hevur verið um lesiáhuga og samavgerð hjá næmingum og tvørgreinaligt arbeiði í 4. árgangi.


 
Viðkomandi lærarar á skúlunum hava verið og vitjað skúlarnir hjá hvørjum øðrum og sæð, hvussu arbeitt verður við hesum evnum. Tað er gott og gevandi at síggja, hvussu aðrir skúlar arbeiða, og lærarar fara altíð heim við nógvum íblástri.

Tað, sum eisini er við slíkum ferðum er, at lærarar eisini fáa eina váttan fyri, at tað teir gera á sínum skúla ikki er aftanfyri aðrar skúlar og at vit eisini kunnu verið øðrum skúlum til íblásturs.


 
Nú hava lærarar í 4. flokki verið og vitjað Rungsted skole og Brundalen skole og í síðstu viku vóru teir báðir skúlarnir og vitjaðu á Skúlatrøð.
 
Vit vildu vísa gestunum, hvussu gerandisdagurin á skúlanum er, so nakrar fyrireikingar hava verið. Næmingar, lærarar og leiðsla hava víst gestablídni, so gestirnir hava følt seg væl og hava fingið okkurt burturúr.
 
Millum annað so fingu teir kunning um okkara skúlasøgu og skúlaskipan, fingu rundvísing í skúlanum, vóru við til morgunsang í grunddeild og miðdeild og hoyrdu yngra skúlakórið syngja, har vit eisini sungu felagssangir.

Teir hoyrdu um lærubókina Finku, sum fekk Belmavirðisløn, teir eygleiddu ein vanligan tíma í føroyskum, vitjaðu bókasavnið og hoyrdu um ymisku lesimennandi tiltøkini á bókasvninum, vitjaðu skúlaorkestrið, hoyrdu um kvæðamentanina og vóru við og upplivdu næmingar í 4. flokki kvøða.

Eisini høvdu næmingar í 4. flokki fyrireikað framløgu um evnisdagar í hesum skúlaárinum, har teir greiddu frá, hvussu vit hava arbeitt.


 
Ein slík vitjan krevur fyrireiking og arbeiði, og hetta hepnaðist stak væl. Umframt skránna, so upplivdu gestirnir eisini okkara vakra land við bæði regni og sól.
 

Tað er gott at síggja, hvat onnur gera og slíkt samstarv gevur nógvan fakligan íblástur. Tað knýtir eisini góð sambond millum lærarar. 

Niðanfyri síggja tit film, har yngra barnakórið syngur og næmingar í 4. flokki kvøða.

 

Vit takka fyri vitjanina.