List og myndarøð um bóndasamfelagið
8. juni 2026
Í farnu viku var vakra listaverkið við støði í søgubókini til 4. flokk og bóndasamfelagnum liðugt og hongt upp á Skúlatrøð.
Tað eru næmingar í 7. flokki, sum hugagóð hava málað røðina av myndum um bóndasamfelagið. Myndirnar hava fingið heitini:
- Kvinna mjólkar kúnni
- Skera torv
- Í hoyna
- Neytagentur ganga og binda
- Menn reka seyð
- Í bjørgunum eftir fugli
- Bátar í grind
- Menn draga batin upp
- Føroyskur dansur
Vakra listaverkið kann síggjast á Skúlatrøð, og vit takka 7. flokki fyri vakra listaverkið, sum nú prýðir veggir á skúlanum.