Á vitjan norðuri á Strond

15. juni 2026

Á vitjan norðuri á Strond

Hósdagin 11. juni var 4.b eina útferð. Tey tóku býarbussin norð í Ánirnar og gingu so norð í smoltstøðina hjá Bakkafrost, har tey høvdu eina avtalu. Tey vóru nevniliga og vitjaðu inni í smoltstøðini og fingu eina rundvísing í bygninginum. Tað er vist, at har er nógv um at fara, tí bygningurin er rættiliga stórur.

Tá tey vóru liðug í smoltstøðini, fóru tey til gongu heim aftur í Ánirnar, men steðgaðu við SEV, har tey hugnaðu sær í ánni eina løtu og ótu sín matpakka. Síðan tóku tey bussin heimaftur til Klaksvíkar.

Hetta var ein deiligur túrur.