Hevur títt barn gloymt nakað eftir?

17. juni 2026

Hevur títt barn gloymt nakað eftir?

Í dag, í morgin og fríggjadagin ert tú vælkomin inn at hyggja, um tú kennir klæðir, mateskjur, vatndunkar og annað, sum barnið hevur gloymt í skúlanum. Hetta liggur við høvuðsdyrnar í Ósa og nýggju høvuðsdyrnar á Skúlatrøð.

Er tað ikki heintað, áðrenn vikuskiftið, verður tað givið víðari.