Kunnandi fundur um 6.flokk 26/27

10. august 2026

Kæru foreldur og næmingar í 6.flokki

Nú skúlaárið 2026/27 byrjar, er næmingatalið í 6. árgangi á Skúlatrøð, farið upp um 78 næmingar. Hetta førir við sær, at tað áliggur skúlanum at skipa næmingarnar í fýra flokkar frá skúlaársbyrjan. Starvsfólk hava saman við leiðsluni skipað næmingarnar í fýra nýggjar flokkar. Í tilgongdini eru atlit tikin til didaktik, trivnað og kynsbýtið. Vit vilja bjóða tykkum til stuttan kunningarfund kl. 17.00 týsdagin 11. august um broytingina. Næmingar eru vælkomnir við á fundin.

Jónleif Johannesen, skúlastjóri