So vóru vit aftur í skúla

12. august 2026

So byrjaðu vit aftur eftir eina langa feriu. Byrjað var við vanligum morgunsangi og tá nú sólarmyrking verður seinni í dag, varð eisini greitt frá hesum fyribrigdi.

Hjá nógvum næmingum var hetta fyrsti skúladagur yvirhøvur.

Tað vóru nevniliga 69 nýggj næmingaandlit at síggja á Skúlatrøð í dag. 38 gentur og 31 dreingir.

Hetta er ein stórur dagur, og nógv verður gjørt burturúr.

Í skúlanum tóku Jónleif Johannesen, skúlastjóri, og Myrna Lind Jacobsen, deildarleiðari fyri grunddeild, ímóti og bjóðaðu teimum vælkomin og góvu onkra kunning.

Tá næmingarnir vóru deildir í flokkar og komnir saman við flokslærara sínum, bleiv mynd tikin av flokkinum. Síðani fóru næmingar í sína floksstovu, meðan foreldur fingu sær kaffi og heilsaðu uppá onnur foreldur.


Vit ynskja øllum vælkomin í skúla á Skúlatrøð.