Ein túrur norð í Strandadal

16. august 2026

Ein túrur norð í Strandadal

Skúlaárið byrjaði við tveimum flokslæraradøgum, og ofta verður annar dagurin nýttur til ein gongutúr í nærumhvørvinum.

Tann eina dagin gingu 9.flokkarnir norður í Strandadal. Flokkarnir høvdu ein fínan túr, har tey gingu frá tunnilsmunnanum norð í Strandadal, har tey hugnaðu sær og ótu matpakkan, áðrenn leiðin gekk heimaftur.

Ein væleydnaður túrur!