Við 6.flokkunum í Fugloy
19. august 2026
Mánamorgunun fóru 6. flokkarnir dagsferð til Fugloyar.
Tey fóru við Rituni, sum sigldi úr Hvannasundi 8:45 um morgunin og komu innaftur við túrinum seinnapartin.
Tey fóru upp á land í Hattarvík og gingu góða túrin niðan á oynna og oman til Kirkju, har tey vitjaðu handilin og kirkjuna og annars hugnaðu sær í bygdini inntil tey fóru innaftur við Rituni.
Hjá nógvum var hetta fyrstu ferð, tey vóru í Fugloy.
Ein góður túrur.