Sjómannadagurin á Skúlatrøð skotin í gongd
20. august 2026
So er Sjómannadagurin á Skúlatrøð skotin í gongd
Í morgun var skjøtil settur á sjómannadagin fyri skúlanæmingarnar.
Tað byrjaði sum ein vanligan morgun, har ein sálmur varð sungin og biðið varð faðir vár, hetta hevur eisini verið ein umráðandi partur av sjómanslívinum.
Síðani rungaðu næmingar, harmonikan og flygilið við Sildavalsinum og Seinasta vaktin, áðrenn kappast var um at halda dregg.
Kappingin var hørð, og metið var 6 minuttir og 34 sekund og metið átti Dávur Eliah í 6.d.
Tey kappingarsinnaðu hildu fram í fríkorterinum, har møguleiki var at halda dregg og at verða við í togtogan.
Øðrvísi og stuttligar morgun.
Við myndum og filmsbroti ynskja vit øllum ein góðan sjómannadag.