4.flokkarnir á forkunnugari vitjan

23. august 2026

4. flokkarnir umborð á HDMS LAUGE KOCH

Í samband við Sjómannadagin kom danska hernaðarskipið Lauge Koch á Klaksvíkina. 

Fyrrapartin fríggjadagin kom Lauge Koch á Klaksvíkina, og her vóru 4.flokkarnir so hepnir, at teir sluppu umborð á danska hernaðarskipið, áðrenn teir fóru í vikuskifti. Her fingu teir eina rundvísing umborð saman við Eyðstein og onkrum av manningini. 

Hetta var ein forkunnug vitjan, tí nær hevur tú møguleika at vitja eitt slíkt skip í einum friðarligum landi sum Føroyum.

4. flokkur takkar fyri møguleikan.