Stilla upp til næmingaráðið!
Nú byrjar tilgongdin at velja nýggj næmingaráð á Skúlatrøð. Næmingarnir kunnu nú byrja at hugsa um og spyrja seg sjálvar, hvat teir høvdu broytt á skúlanum, um teir fingu møguleika at gerast limur í næmingaráðnum.
Skúlin hevur seinastu árini gjørt sær góðar royndir við trimum næmingaráðum – í innskúling, mið- og hádeild - og spennandi hevur verið at fylgt gongdini og menningini hjá næmingunum.
Uppgávan hjá næmingaráðnum er fyrst og fremst at lurta eftir, hvat næmingar sum heild halda, og at taka tey hugskotini, tey ynskini og tær avbjóðingarnar upp, sum verða sett fram. Uppgávan er eisini at koma við uppskotum til broytingar, og at samstarva við lærarar og leiðslu at skapa ein góðan skúla fyri øll.
Til morgunsangin mánamorgunin varð tosað við næmingar í hádeild. Eggjað varð til at bjóða seg fram, so næmingarnir í næmingaráðunum verða so ymiskir sum gjørligt. Hetta skapar eitt gott rúm fyri næmingum, sum síggja ymisk viðurskifti á ymiskan hátt. Eisini næmingarnir duga at lurta, at spyrja onnur, at siga frá, síggja, hvat ber til, taka ábyrgd og møta væl upp.
Ja, grundleggjandi hevur tað týdning, at næmingarnir síggja stórt í, at teir umboða allar næmingar á skúlanum.
Hetta er ein spennandi tilgongd, sum leiðir fram til valið, ið verður fyrst í september. Vit gleða okkum at frætta meira frá næmingunum og vóna, at fleiri bjóða seg fram.