Tað er rokan í skúlagarðinum
Nú er havhestatíð
Samstundis, sum farið er um líradag 26 august, nærkast havhestatíðin. Okkurt árið fæst náti á sjónum longu fyri 25. august, men vanliga er besta tíðin um mánaðarskiftið august/ september.
Um hesa tíðina kemur meira enn so fyri, at onkur havhestaungi vitjar í skúlagarðinum. Hetta vekir áhugan hjá børnunum, og soleiðis var nú ein dagin, tá børnini komu inn aftaná fríkorter. Har gingu tríggir havhestaungar í skúlagarðinum. Børnini vóru sera spent at fortelja.
Eyðstein Poulsen, gamal skipari, sum nú er lærari, og sum hevur fingist og enn fæst nógv við alt, sum hevur við havið at gera, gjørdi ikki mætari enn at biðja næmingarnar koma at hjálpa sær við havhestunum.
Hann vísti teimum, hvussu ein skal taka havhestin, fyri at hann ikki skal spýggja. Síðani kipti og skrædlaði hann havhestarnar í skúlagarðinum.
Hetta gjørdis vikuskiftisdøgurðin hjá honum og einum vinmanni ????
Tá ein sjálvvunnin biti kemur á borðið, kunnu vit sanna orðatakið, sum sigur,
Søtur er sjálvgivin biti
So týdningarmikið við slíkum løtum, har næmingarnir kunnu taka við læru, og síggja, hvar maturin kemur frá. Her kunnu vit sanna eitt orðatak aftrat, sum sigur, at
Ungur nemur, gamal fremur
Ymiskt er, hvat menn rópa havhestin og ungan, sum nú fer á sjógvin. Í summum bygdum verður tosað um havhestatíð; í øðrum siga teir, at teir fara at taka náta.
Øll kenna vit bæði heitini, havhestur og náti, og í nógvum bygdum verða nøvnini ivaleyst brúkt hvørt um annað.
Eisini er kent, at menn rópa gamla fuglin fyri havhest og ungan fyri náta.
Hetta var ein góður og læruríkur tími í skúlagarðinum.