Úti í Grøv at henta blómur
9. september 2026
Nú ein dagin spákaðu vit í 3.a okkum ein túr út í Grøv at henta blómur. Hóast vit eru komin til heystið, vóru nógvar vakrar og litfagrar blómur at finna.
Á túrinum kundu næmingarnir eisini læra at njóta við sansunum: luktin, ymisk ljóð og síggja tað vakra í náttúruni. Hetta skapar forvitni hjá næmigunum og letur eyguni upp fyri tí, teir kanska ikki enn hava givið sær far um.
Blómurnar eru nú í skúlastovuni. Teir hava lagt tær millum bøkur at pressa. Síðani hava teir gjørt sær hvør sítt bókamerki við blómunum.