Stóri valdagurin á Skúlatrøð
Í dag var stóri valdagurin á Skúlatrøð. Sjálvt valið varð fyriskipað soleiðis, at allir næmingar í hvørjum árgangi kundu velja best skikkaðu umboðini frá árganginum, so tað var við øðrum orðum ikki neyðugt at velja umboð úr teirra egna flokki.
Listin yvir tey, sum ynsktu at stilla upp, var longu liðugur 2. septembur, og eftir at endaligu listarnir vóru lidnir, byrjaði valstríðið. Næmingarnir hava nú í nakrar dagar gjørt sær ómak at raka við orðum, plakatum, og í dag vóru pallborð kl. 8.30 í Miðhøllin fyri 8. og 9. flokkunum og kl. 10:00 í gongini hjá 7. flokkunum. Tey uppstillaðu greiddu væl frá, hvørji tey vóru, og hvørjum tey ynsktu at arbeiða við í næmingaráðnum.
Síðani lótu valhølini upp í stovu 415, tá ið næmingarnir floksvís møttu upp fyri at atkvøða.
Nú verður við spenningi bíðað eftir valúrslitinum, sum skjótt verða klár.