Týsk lesandi á Skúlatrøð

13. september 2026

Mánadagin 7. septembur høvdu vit vitjan á Skúlatrøð. Tað vóru lesandi uttan úr heimi, sum vóru komin til Føroya á námsferð. Tey vóru úr Týsklandi og gingu á einum lærdum háskúla í Jena, sum liggur mitt í landinum.

Summi av teimum tóku eina master útbúgving í geografi ímeðan hini lósu til geografilæra. So tí høvdu tey spurt, um tey kundu sleppa at undirvísa tveir tímar í geografi fyri okkara næmingum. Málið var at samantvinna geografi og týskt, og tað gekst bara heilt væl.

Næmingarnir royndu at tosa á týskum, og okkara næmingar hildu seg ikki aftur at royna seg á týskum.

Sum tit síggja á myndunum var uppgávan at gera plakatir, har evnið var geografi og orðfeingi. Tey vóru hugtikin av at man í Føroyum undirvísti í týskum máli.

Vit takka fyri vitjanina, sum var sera lærurík og hugnalig.