Soppar kring okkum

14. september 2026

Soppar kring okkum 


Næmingar í 6.flokki hava seinastu tíðina arbeitt við soppum og lært um teir stóru leiklutir, sum soppar hava í náttúruni.

Vit finna soppar nærum allastaðni, bæði í viðarlundum, á bønum og í urtagørðum. Soppar hjálpa við at niðurbróta deyðar plantur og djór, soleiðis at føðsluevni verða latin aftur til jørðina. 


Næmingarnir hava kannað ymisk sløg av soppum og lært, hvussu teir vaksa, nørast og liva í samspæli við aðrar lívverur. Eisini hava vit tosað um, at summir soppar eru etandi, meðan aðrir kunnu vera eitrandi, og tí er umráðandi at kenna teir aftur, áðrenn teir verða tiknir til matna. 


Soppar hava stóran týdning fyri okkum menniskju. Teir verða nýttir í mati, til dømis sum matsoppar, í breyðbakstri og til framleiðslu av ymiskum mati. Samstundis kunnu soppar eisini finnast í húsum, har teir í summum førum kunnu elva til trupulleikar.

  
Næmingarnir hava eisini lært, hvussu soppar kunnu verða gagnnýttir av menniskjum. Tað var Alexander Fleming, sum í 1928 fann útav, at soppurin penisillin kundi drepa bakteriur, og hetta førdi til menningina av einum av týdningarmestu heilivágunum í nútímans læknavísindum. 


Arbeiðið við soppum hevur givið næmingunum størri innlit í náttúruna og týdningin av hesi spennandi lívveru.