Veggjalist - bóndasamfelagið í myndum

17. september 2026

Listin prýðir veggirnar

Tað var so fjálgt at koma oman í Ósaskúlanum í morgun. Har hingu vakrir og litfagrir málningar, sum siga søguna um eina farna tíð - bóndasamfelagið.

Vit síggja kvinnu mjólka kúnni, fólk skera torv, í hoynað, neytagentur ganga og binda, menn reka seyð, í bjørgunum eftir fugli, bátar í grind, menn draga bátin upp og fólk í dansi.

Tað er vist, at hesir vøkru málningar siga søguna á ein greiðan og einfaldan hátt. Næmingar hava gott hegni at mála og ein dugnaligan lærara, má sigast.

Tað eru næmingar í 7. flokki, sum hava málað arbeiðslívið, sum myndaði bóndasamfelagið.