Slakt og avroð
Nú er heystið komið og fjøllini skulu gangast. Allir føroyingar sum eiga seyð, og sum hava áhugað í seyði mugu ganga fjøllini nú, tí seyðurin skal flettast. IRF hevur saman við øðrum stovni mett, at eini 70.000 seyðir verða flettir hvørt ár. Eitt sera umfatandi arbeiði, sum vit føroyingar leggja fyri.
Eftir at seyðurin er flettur, verður hann hagreiddur, og vanliga verða bert teir bestu kjøtbitarnir tiknir frá. Sambært IRF verður tó ov nógv av avroðunum burturbeint. Hetta stendur í andsøgn til føroysku siðvenjuna, har nærum alt av seyðinum varð gagnnýtt, tí tað var lívsneyðugt. „Ull er Føroya gull“ ber boð um, hvussu virðismikið tilfeingið varð mett at vera. Fyrr var úrvalið av matvørum nógv minni enn í dag, men í dag flyta vit stórar nøgdir av matvørum inn til landið. Samstundis gagnnýta vit ikki okkara egna tilfeingi so væl, sum vit kundu.
Sambært IRF verða umleið 50% av avroðunum frá flettum seyði burturbeind. Hetta svarar til umleið 210 tons av góðari matvøru, sum ikki verður gagnnýtt.
Avroð er tað gloymda tilfeingið: Blóð- Vomb- Nýra- Hjarta- Høvd- Livur- Hvítanýra- Speril - Tálg
Smakkgóður, føðsluríkur og umhvørvisvinarligur matur:
Matarskipanin vil seta skjóneykuna á “tað sum eftir er “ av slaktinum og gera okkara til at kveikja áhugan og forvitnið hjá næmingunum fyri føroyskum mati og føroyskum tilfeingi. Tí fara vit at bjóða ymiskar smárættir, gjørdar úr okkara egna og ríka føroyska tilfeingi.
Í komandi viku, áðrenn vit øll fara í heystferiu, eru næmingar og lærarar hjartaliga vælkomnir framvið í miðhøllini, at smakka leskiligar brellbitar, gjørdar úr tí ofta gloymda tilfeinginum, nemliga avroði. Her verður høvi at uppliva, hvussu væl smakkandi, føðsluríkt og fjølbroytt avroð kann vera, tá tað verður matgjørt við nærlagni og hugflogi.
Týsdagin 6/10 • Blóðblinis við heimagjørdum føroyskum epla- og rótarmorli
Mikudagin 7/10 • Nýru við nudlum og asiatiskari sós
Hósdagin 8/10 • Friterað hvítanýra við steiktum føroyskum eplum og remulátu