Við í fletting
Við í fletting
Mikkjalsmessa var týsdagin 29. okt og hetta er eisini tíðin, tá fjøllini verða gingin og seyðurin flettur.
At ganga á fjall, fletta og hagreiða tilfeingið er ein stórur partur av føroysku mentanini. Hetta er ein mentanararvur, sum verður borin frá ætt til ætt. Hóast tað, so eru tað ikki allir føroyingar, sum eiga seyð ella taka lut í tí, sum hoyrir til seyðahald.
Skúlin hevur tí eisini ábyrgd at bera mentanararv víðari, og tað kann gerast við at taka hesi evni upp í skúlanum og enntá verða ítøkiliga við á tann hátt tað er møguligt.
Mikudagin vóru fimti og sætti flokkur úti á Norðoyri, har tveir ungir menn flettu. Næmingarnir fingu høvi at royna seg og lærdu eisini um innvøl og avroð.
Lærugreinarnar Mentan og umhvørvi og Náttúra og tøkni eru lærugreinar, sum leggja upp til upplivingar sum hesar.
Læruríkar og upplivingarríkar løtur.