Kí-kvinnur vitjaðu á Skúlatrøð

2. oktober 2026

Í morgun var forkunnig vitjan á Skúlatrøð. Tað vóru umboð fyri KÍ-kvinnurnar, sum longu kl. 8 stóðu til reiðar at møta næmingunum til morgunløtuna. Endamálið við vitjanini var at varpa ljós á og spennandi dystin, sum verður í morgin kl. 14.30, tá ið KÍ-kvinnurnar spæla ein so sera umráðandi dyst ímóti Skála ÍF við Djúpumýru.

Vinna tær hendan dystin, hava tær nevniliga samstundis tryggjað sær FM-heitið.

Vitjanin á Skúlatrøð í morgun var startskotið til góða stemningin, sum tær vóna at skapa við Djúpumýru í morgin. Saman við kvinnunum róptu næmingarnir KÍ róp og sungu KÍ sangin. Eisini fingu allir næmingarnir hvør sítt atgongumerki. 

Løtan var góð og vóru KÍ kvinnurnar fegnar um møguleikan at síggja, hvussu spentir næmingarnir eru og eisini fyri møguleikan at geva teimum eina øðrvísi uppliving. Sum tær sjálvar siga:

- Vit hava brúk fyri øllum hugsandi stuðli í morgin, og tí vóna vit, at so nógvir áskoðarar sum gjørligt koma at heppa á okkum.

Vit ynskja KÍ-kvinnum bestu eydnu við dystinum. Koyr á KÍ!

Í filmsbrotinum er eisini ein heilsan.