So vóru skógvaeskjurnar fullar

8. oktober 2026

Seinastu vikurnar hava nakrir næmingar á Skúlatrøð veruliga lagt orku og huga í at gera jólagávur. Ja, tú hugsar kanska, at tað var eitt sindur tíðliga. Men her er talan um at fylla skógvaeskjur, sum seinni í ár verða sendar børnum í Ukraina, ið vanliga ikki fáa nógvar jólagávur.

Í prýðiligu skjógvaeskjunum vóru lutir, sum næmingarnir sjálvir hava virkað, og aftur at teimum vóru eisini keyptir lutir so sum vøttir, pennahúsi, kort, tannbust, lappi, bamsa, blokkur og litblýantar. Hesa uppgávuna hava næmingarnir dámt so sera væl, og eisini hava teir verið hugaligir.

Hóast freistin at lata skjógvaeskjurnar ikki er fyrr enn 25. oktober, so varð í dag farið at lata hesar prýðuligu skógvaeskjurar inn. 

Íblástur til uppgávuna fingu næmingarnir á heimasíðuni hjá Christmas Child, og saman vóna tey, at skjógvaeskjurnar av Skúlatrøð finna børn, sum bæði fáa gleði og gang av væl umhugsaðu og snøggu lutunum.