Adam og Marner Fríði runnu 22,5 km hvør

20. oktober 2026

Árligi rennidagurin, sum var væl eydnaður, er av. Valskúlin skipaði dagin væl, og í vikuni fyri heystfrítíðina var greitt, hvørjir flokkar høvdu runnið flest km í miðal til rennidagin.

Til morgunløtuna var eitt sindur gjørt burtur úr við at kunngera og fagna óføru rennarunum. Soleiðis vóru úrlitini: 

  • Í innskúling runnu tey í 2.ð 7,88 km í miðal
  • Í miðdeild runnu tey í 5.d 9,1 km í miðal
  • Í hádeild runnu tey í 9.b 9,81 km í miðal.   

Tvey heiðursbrøv vóru handað fyri serligt treysti. Tað vóru Adam og Marner Fríði, sum fingu heiðursbræv og eina gávu fyri at hava runnið 22,5 km hvør til rennidagin.

Vit takka fyri ein góðan dag og ynskja Adam og Marner Fríða hjartaliga tillukku við flotta avrikinum.