Á Skúlatrøð er nú størsti skúli í Føroyum

20. oktober 2026

Skúlatrøð er nú størsti skúli í Føroyum


Sambært hagtølunum hjá Undirvísingarstýrinum https://uvs.fo/hagtol, so er Á Skúlatrøð størsti skúli í Føroyum í løtuni. Skúlatrøð er samanlagdi Ósaskúlin og Skúlin á Ziskatrøð, sum løgdu saman í 2020.


Seinastu 10 árini er íbúgvaratalið í Klaksvíkar kommunu økt við 600 og var 1. august í ár 5.591. Næmingatalið er hartil eisini nógv vaksið, og í løtuni ganga 776 næmingar á Skúlatrøð. Hetta eru næmingar í 1. til og við 10. árgangi.


Í løtuni ganga 776 næmingar, og tað, sum er heilt sermerkt við samansetingini er, at tað er javnstøða millum kynini – 388 gentur og 388 dreingir.


Á Skúlatrøð er ein móttøkuskúli, og hetta merkir, at tá næmingar í bygdunum í Norðoyggjum skulu í framhaldsdeild, so flyta teir skúla og gera kravdu skúlagongdina lidna á Skúlatrøð, umframt at nakrir eisini velja Valskúlan, sum er 10. flokkur.


Nú vit eru í hagtølum, so kunnu vit eisini leggja aftrat, at í starvsfólkahópinum – leiðsla, lærarar og námsfrøðingar, eru 100 starvsfólk.


Í løtuni er á Skúlatrøð størsti skúlin í Føroyum, tveir næmingar fleiri enn Skúlin á Fløtum, har tað ganga 774 næmingar.

Á Skúlatrøð er eitt gott stað at vera og eitt gott stað at læra.