Skúladagar uttan skíggja

27. oktober 2026

Á Skúlatrøð eru flokkar, sum í samband við SkíggjaSunn átakið hava valt at hava skíggjafría viku. Hetta er eitt átak, sum Betri Trygging saman við stovnum og kommunum skipar fyri, har tey millum annað siga, at foreldur hava eina serliga ábyrgd, tí tað eru foreldur, sum gera av, hvussu – og hvussu ofta – børnini nýta skíggjan. Tí er neyðugt, at foreldur eru greið – og eisini at siga nei, tá ið tað er neyðugt.

Les meira um átakið her.

Í Degi og viku var í gjár varpað ljós á 5.a á Skúlatrøð, sum hesa vikuna í samband við SkíggjaSunn átakið hevur skíggjafríða viku. Næmingar og skúlastjóri lótu væl at, og tey vóru samd um, at hetta leggur upp til størri felagsskap í spælum og samveru uttan skíggja.

Innslag í Degi og viku, hygg frá 20 minuttum inn í sendingina.

Sjálvsagt eru teldur og telefonir eitt hent amboð, og tó eru tólini í ov stóran mun farin at stýra gerandisdegnum og harvið stjala tey dýrabara tíð frá børnum og ungum. Átakið leggur tí upp til, at næmingar gerast betri til at sløkkja tað, ið ikki hevur týdning og tendra tað, ið hevur - og samstundis at verða betri til at leggja telefonina til viks, tá ið tey eru saman.

Við myndum úr Degi og viku takka vit 5.a fyri góð ráð og góð tíðini.