Mín jólabók 2026
27. oktober 2026
Tað veit denn! So er longu skjótt aftur november. Tað merkir, at nú er aftur góða tilboðið til næmingarnar á Skúlatrøð at ogna sær Mín jólabók 2026.
Mín jólabók er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur, at í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan.
Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.
Bíleggja bókina her, so verður hon send skúlanum frá bókadeildini.