Søtur er sjálvgivin biti
Í síðstu viku vóru næmingarnir í 8. flokki, sum hava sjóvinnu á Skúlatrøð, úti á fjørðinum við Draganum. Dragamenninir vóru sum altíð blídligir og hugaligir at hava ungar raskar menn við á flot.
Fiskað var við tráðu, og fongurin gjørdist 18 fiskar. Vit heilfrystu fiskin norðuri í Valskúlanum.
Í gjár var aftur sjóvinna á skrá. Fiskurin var tiðnaður upp, og næmingarnir fóru undir at skera flak og gera døgurða í Valskúlanum. Fiskurin varð marineraður, vendur í rasp og stoktur. Afturvið høvdu vit leyk og kryddað epli, sum vórðu bakað í ovninum. Og væl smakkaði!
Mann kann ikki siga annað, enn at væl lá fyri hjá næmingunum bæði at fiska, skera flak og gera døgurða - og ikki minst væl varð etið.
Tað er nakað serligt við at seta seg til borðs og njóta matin, tá ið tú sjálvur hevur verið við heilt úti á fjørðinum, fingið fiskin inn um lúnningina og síðani á tallerkin og inn í munnin.
At síggja hugagóðar veiðumenn fløvar um innløguhjarta og eftir stendur orðatakið: Søtur er sjálvgivin biti.
Ein stór tøkk til Dragamenninar fyri túrin og blíðskapin.