Áheitan um KT-trygd
Vit nýta talgildar skipanir hvønn dag, og tí er KT-trygd ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum.
Falskir teldupostar, SMS-boð og innritanarsíður gerast alsamt meira sannførandi. Tey kunnu síggja út til at koma frá skúlanum, einum starvsfelaga, einum vini ella einari kendari tænastu. Tí eiga vit altíð at steðga á, serliga tá boð biðja okkum bera skjótt at, lata eitt skjal upp, trýsta á eina leinkju ella skriva innritanarupplýsingar.
Tað er í hesum sambandi, at Undirvísingarstýri heitir á skúlar og stovnar um at kunna næmingar, starvsfólk, foreldur og avvarðandi um grundleggjandi KT-trygd. Á viðheftu plakatini „Ver ansin – tak ongantíð kjansin!“ eru nøkur einføld og týðandi ráð um, hvussu vit kunnu verja bæði okkum sjálv, onnur og felags KT-skipanir í talgilda gerandisdegnum.
Vit vóna, at næmingar, starvsfólk, foreldur og avvarðandi fara at lesa viðheftu plakatina og tosa um ráðini heima og í skúlanum. Tað týdningarmesta er einfalt: Ivast tú, lat so vera og kanna heldur eina ferð ov nógv.
Plakatin er at finna HER
Tá tú verjir teg sjálvan, ert tú eisini við til at verja onnur.