2.d var heppin og fekk høvundavitjan
Betta vitjar 2.d
Í samband við, at Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur 70 ára stovningardag í ár, hevur felagið verið í gávuhýri og givið tíggju skúlaflokkum møguleikan at fáa eina rithøvundavitjan. Ein rithøvundavitjan er, tá ein rithøvundur vitjar ein skúlaflokk. Skúlaflokkar kundu søkja um ein ávísan rithøvund.
2.d var so heppin at verða ein av teimum tíggju skúlaflokkunum, sum fingu hendan møguleika. Tað var nevniliga Betta Joensen, fyrrverandi lærari á Skúlatrøð, sum kom at vitja flokkin. Betta hevur skrivað bókina Heimalambið Nella, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út.
Fyri at fyrireika næmingarnar uppá rithøvundavitjanina, hevði lærarin lisið bókina fyri flokkinum, áðrenn Betta kom, so tey tóku dúgliga lut við nógvum spurningum, sum tey høvdu fyrireikað. Eisini komu fleiri spurningar, sum løtan leið.
Næmingarnir høvdu eina góða og hugnaliga løtu saman við Bettu, har teir sótu pinnastillir og lurtaðu forvitnir og spentir og settu spurningar.
Meðan lærarin hevur lisið søguna, hava næmingarnir teknað myndir av hendingum í søguni. Hesar vórðu síðani settar saman í myndarammu og givnar Bettu.
Næmingar, sum áttu bókina Heimalambið Nella heima, kundu hava hana við í skúla, so Betta kundi signera bókina.
Tað var gott og hugnaligt at hava rithøvundavitjan av Bettu, sum dugir so væl at siga frá søgum.