Brandvenjing á Skúlatrøð
6. november 2026
Brandvenjing á Skúlatrøð
Í morgun kl. 10.00 hoyrdist eldávaringin. Hetta var tíbetur ein brandvenjing, sum vit vistu um frammanundan, og tí kundi vit vera rólig og tó taka venjingina í álvara.
Mannagongdir eru gjørdar, um nú eldur skuldi komið í onkrastaðni í skúlanum. Flokkar vita, hvussu vit ganga út, hvørja hurð vit skulu ígjøgnum, og hvar savningarstøðini uttandura eru.
So hvørt regluligu brandvenjingarnar eru, verður tær eftirmettar, og um neyðugt, verða mannagongdir og leiðreglur tillagaðar.
Venjingin var fyri allar deildir í bygninginum.