First Lego League 2026
First Lego League er heimsins størsta náttúru- og tøknikapping fyri børn og ung. Næmingar úr 4. til og við 9. flokk kunnu luttaka. Endamálið er við kappingini at geva børnum og ungum áhuga fyri vísindum, tøkni, verkfrøði og støddfrøði á ein stuttligan og praktiskan máta.
Sum fyrireiking til kappingina arbeiða liðini á skúlanum í átta vikur um eitt evni, sum er nýtt á hvørjum ári. Tey skulu forrita og byggja ein sjálvvirkandi robott, sum skal loysa uppgávur á einari breyt, og so skal liðið menna eina nýskapandi loysn uppá ein veruligan trupulleika í samfelagnum.
Alt endar við einum stórum kappingardegi, har liðini leggja verkætlan sína fram fyri dómarum, kappast við robottinum og greiða frá, hvussu robotturin er forritaður. Á básanum skulu tey vísa sítt kjatnavirði og marknaðarføring.
Gott samanhald og gott samstarv hevur nógv at siga í First Lego League, og tað var eisini sjónligt hesaferð.
Ársins evni var BIOGLOW, sum snýr seg um lívmargfeldi, náttúru og vistskipanir. Á Skúlatrøð hevði eitt lið við til kappingina, sum var mannað av næmingum úr. 4., 5., og 7. flokki. Hóast liðini ikki vóru millum trý tey bestu, so vunnu tey 1. pláss í robottkoyringini og 1. pláss í tøkni.
Hetta ger okkum sera errin av næmingum okkara, og ynska vit teimum - saman við lærarum - hjartaliga tillukku!