Vitjaðu miðnám á Kambsdali

11. november 2026

Í dag fingu næmingarnir í 9. flokkunum á Skúlatrøð høvi at vitja miðnám á Kambsdali. Hetta var spennandi fyri næmingarnar, tí skúlin á Kambsdali bjóðar á hvørjum ári út fjølbroytt útbúgvingartilboð til hesi, sum bara um heilt fáar mánaðir standa við loknum fólkaskúlaprógvi í hondini.

Fleiri teirra ætla sær tó í Valskúlan fyrst, men vitjanin í dag økti um vitan teirra um teir møguleikarnar tey hava.

Á miðnáli á Kambsdali bjóða tey gymnasialu breytirnar, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt, umframt yrkisnám FHS og serbreyt. FHS kann umframt at vera partur av eini yrkisútbúgving eisini gerast 1. árið á búskaparbreyt. Seinastu árini hava tey eisini ment FSA  - sum er føroyskt sum annaðmál - og hava tey í dag útbúgvingartilboð á øllum stigum til útlendingar, ið vilja læra føroyskt og taka FSA prógv.

Næmingarnir merktu í dag, at dygd og nýskapan eru millum aðalvirði skúlans, og at tey stremba eftir, at hesi eyðkenna bæði útbúgvingar og undirvísing. Verkstovurnar, sum næmingarnir vitjaðu, vóru væl skipaðar og áhugaverdar.

Næmingarnir kendu seg væl, og vóru eisini bodnir til eina minikonsert hjá frálíka skúlakórinum. Við hesum takka vit lestrarvegleiðarunum á Skúlatrøð fyri at skipa fyri, og tykkum á Kambsdali fyri vitjanina, blíðskap og nýtiliga vitan um miðnám á Kambsdali.