Norðurlendsk bókmentavika 2026

23. november 2026

Norðurlendsk bókmentavika var í viku 46 og aftur hesaferð var bókasavnið á Skúlatrøð við. 

Endamálið við tiltakinum er at birta upp undir lesihugin, styrkja norðurlendskt mál- og mentanarsamstarv og halda livandi gamlan frásøgusið. 


Tað er 3. árgangur, sum hvørt ár verður boðin til lesiløtu. Ársins tekstur var myndabókin Hvør ræður? (2023). Skrivað hevur danski Jesper Wung-Sung og myndprýtt hevur finska Jenny Lucander.

Hetta verður kallað samlestur, tí sami tekstur er týddur til øll norðurlendsk mál, og javngomul børn í øllum norðurlondum hoyra somu søgu.  


Evnið í barnabókmentunum í ár var Demokrati í Norðurlondum. Samrøðan millum pápan og barnið vísa okkum, hvat vit kunnu hava ávirkan á, og hvat vit onga ávirkan hava á.  


Børnini í 3. flokki eru longu tilvitað um, at tey kunnu hava ávirkan á sína tilveru, og ítøkiliga fara tey longu á val í fyrsta flokki, har tey velja síni umboð í næmingaráðið.  


Eitt gott tiltak, sum stimbrar undir samanhald millum Norðurlond og norðurlendsku málini.