Landsroyndir

29. apríl 2021

Hesa vikuna hava næmingar í 4. og 6.flokki sitið til landsroynd. Teir hava verið hugaligir og hevur royndin gingið væl. 

Endamálið við lands- og støðuroyndunum er at tryggja skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum og myndugleikum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum, og at geva lærarum og skúlaleiðslu eitt amboð, sum, umframt at meta um fakliga støðið hjá næmingunum, eisini skal nýtast til at laga og málrætta undirvísingina til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum. Eisini er málið við lands-og støðuroyndum at styrkja eftirmetingarskipanina í skúlunum.

Harumframt eru landsroyndirnar ætlaðar sum amboð og ítøkiligt grundarlag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta um fakliga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga støðið í øðrum skúlum í landinum.