Hungursbarnið

22. apríl 2021

Skaldsøgan Hungursbarnið er um neytadrongin Lárus og foreldraleysu gentuna Tinku. 

Søgan gongur fyri seg í Danmark fyrst í 1800-talinum, tá umstøðurnar vóru ógvuliga fátæksligar í Evropa, og foreldur máttu senda síni børn út at tæna bert 8 ára gomul. 

Lítli Lárus, sonur ein bønarmann, bleiv neytadrongur á einum bóndagarði. Ein dagin, tá hann er úti við neytunum, kemur ein heldur løgin genta til hansara. Hon sær út til at vera vill. Gentan, sum eitur Tinka, er svong, skitin og luktar illa.

Tá Lárus finnur út av, at Tinka býr saman við deyðu mammu sínari, syrgir hann fyri, at Tinka kemur heim á bóndagarðin at vera.

Tað er ein stór avbjóðing fyri Tinku at fylgja boðum frá húsmóðrini, og húsmóðirin setir seg í samband við sóknarfútan, har hon fær at vita, at einaferð fyri nøkrum árum síðani, bleiv ein ung genta burtur. Kann tað vera, at foreldraleysa Tinka hevur samband við horvnu gentuna?

Les spennandi bókina og fá at vita, hvussu víðari gongur Tinku og Lárus, sum royna at yvirliva í einum hørðum og baldrutum gerandisdegi.

Evni: Børn og ung, fátækradømi, foreldraleys, familjuviðuskifti, stættarmunur, kærleiki, sorg, vinarband...

Tað eru nøkur torfør orð í tekstinum, men annars er bókin løtt og skjót at lesa, og málið er gott. 

Bókin er 168 síður og er býtt í 11 kapitlar.

Bókin er filmatiserað. Filmurin er góður og eitur Ulvepigen Tinka

8. flokkur hevur lisið bókina og gevur henni góð viðmæli - sera góð - góð - mega spennandi - góð og óhugnalig - sindur spennandi - nokkso spennandi - góð og lærurík - veldið - ógvuliga góð. 

Bókin er vælegnað til 13-15 ára gomul.

Heiti: Hungursbarnið

Rithøvundur: Cecil Bødker. Cecil Bødker hevur millum annað skrivað Silas og svarta rissan og fleiri aðrar í Silas-røðini

Týðari: Bjørg Matras Jensen

Myndprýðari: Nille Leander

Føroyska útgávan og ár: Bókadeild Føroya Lærarafelags 2005

Upprunaforlag: Gyldendal 1990

Upprunaheiti: Hungerbarnet