Kurt verður óreinur

22. apríl 2021

Kurt verður óreinur er um ein pápa og mann, sum brádliga broytist. Hann hevur altíð verið fittur, og tað halda øll sum búgva saman við honum. Kurt koyrir trukk og tað hevur hann gjørt síðani hann var barn.

Kurt hugsar um at eiga fleiri pengar, tí so kann hann alt møguligt til dømis fara at ferðast við familjuni. Kona Kurt heldur, at tað er skjótt at gloyma at vera fittur, um mann eigur nógvar pengar. Kurt er ikki samdur og sigur, at hann hevði ikki funnið uppá at blivið óreinur, hóast hann gjørdist ríkur. 

Ein dagin hendir tað, at Kurt hjálpir einum manni frá at drukna. Hann fær ein diamant afturfyri. Kurt fer til ein gullsmið, sum kann meta um virðið á diamantinum. Diamanturin hevur so stórt virði, at Kurt selur hann og fær pengar afturfyri og nú byrjar Kurt at broytast. Hann ger nógv løgin ting, og hann ger eisini ting, sum hann lovaði, at hann ongantíð fór at gera. Kurt kemur í neyð og familjan kemur í neyð av Kurt.

Les og fá meiri at vita um, hvussu Kurt bleiv óreinur, og hvussu hann bleiv fittur aftur.

Evni: pengar, fittur, óreinur, at geva, at fáa, at blíva ríkur

Bókin er væl egnað til 4. flokk. Lesiringurin við 4. flokki hevur lisið bókina

Bókin er stuttlig, løtt og skjót at lesa og hevur tekningar í.

Bókin er 114 síður 

 

Høvundur: Erlend Loe

Týtt til føroyskt: Juli Fagerland

Føroyska útgávan: Bókadeild Føroya Lærarafelags 2001

Perma og myndir: Kim Hiorthøj

Upprunaheiti: Kurt bliver grusom

Upprunaforlag: J. W. Cappelens Forlag, Oslo